Vegna broytingar í tøkni hjá Google, er Vevlistin í løtuni óvirkin. Vit arbeiða við at loysa trupulleikan sum skjótast.

Treytir

Hesar treytir eru galdandi í avtaluni millum Sp/f Klikk og kundan í samband við nýtslu av tænastuni Vevlistin.fo.
Kundin gevur Sp/f Klikk atgongd til síni dáta á Google Analytics. Sp/f Klikk heintar vitjanartølini inn á sín servara.
Vevlistin.fo heintar dáta frá Google Analytics, og Sp/f Klikk hevur onga ábyrgd av at heintaðar og vístar upplýsingar eru atkomiligar, rættar og/ella neyvar.
Sp/f Klikk hevur onga ábyrgd um tænastan gerst óatkomilig, óansæð hvør orsøkin er. Orsøkir kunnu vera streymslit, netslit, tekniskir trupulleikar hjá Sp/f Klikk, samstarvsfeløgum, veitarum ella kundum, tilvitað avgerð um at steingja tænastuna, broytingar í tøkni og/ella mannagongdum hjá Google, osfr.
Við at tekna hald til tænastuna, frávelur kundin allan reklamatiónsrætt. Hetta er eisini galdandi tá ið talan er um hald ið er galdandi í fleiri ár. Peningurin verður ikki endurgoldin undir nøkrum umstøðum. Tílíkar umstøður kunnu vera um tænastan gerst óatkomilig av einhvørjari grund, um tænastan verður stongd, um kundin ikki hevur tørv á henni longur, osfr.
Um kundin ikki ynskir at fáa veitt tænastuna longur, hevur kundin rætt at uppsiga hana. Tó verður eingin peningur endurgoldin.
Sp/f Klikk tilskilar sær rætt at nokta tænastuveiting til einhvønn uttan at upplýsa orsøk. Sp/f Klikk tilskilar sær rætt til at avgera prís fyri hvønn einstakan kunda, tó við samtykki hjá kundanum áðrenn fakturering og tænastuveiting.
Allir prísir eru í donskum krónum og uttan MVG.
Sp/f Klikk hevur til ein og hvørja tíð rætt at broyta hesar treytir uttan ávaring ella fráboðan, og kundin hevur skyldu at halda seg dagførdan við galdandi treytir, ið eru atkomiligar á www.vevlistin.fo.