Vegna broytingar í tøkni hjá Google, er Vevlistin í løtuni óvirkin. Vit arbeiða við at loysa trupulleikan sum skjótast.

Vegleiðing og tilmelding

1 - Legg Google Analytics á tína heimasíðu
- Google Analytics er ókeypis og lætt at brúka. Um tú ikki longu hevur tað, so kanst
  tú umbiða tað her: http://www.google.com/analytics/
- Um tú ikki dugir, so gera vit tað gjarna fyri teg. Set teg í samband við okkum.

2 - Gev Vevlistanum atgongd til tíni dáta
- Gev hesum brúkara atgongd til tíni dáta: vevlistin@gmail.com
- Trýst her fyri at síggja vegleiðing hjá Google.

3 - Fyll út stutta frymilin niðanfyri
- Frymilin roknar prísin fyri teg.
- Flyt peningin á kontu í Bank Nordik: 6460 - 4739975
- Tín skráseting verður aktiverað, tá vit hava móttikið og váttað flytingina.
- Minst til, avsláttur fæst við skráseting í longri tíð.




TILMELDING
Heimasíða
Kontaktpersónur
Teldupost adressa
Telefon nummar
Slag av heimasíðu
Longd á haldi    
 
Eg vátti at hava lisið og góðkent treytirnar.
 

Prísir

Árligt gjald
Fyritøka 1.200,-
Einstaklingur 800,-
Felag 400,-
Vælgerandi endamál 0,-





Hví so bílígt?
Við at hava ein so lágan prís sum gjørligt, vóna vit, at nógvar heimasíður velja at tekna seg til Vevlistan, sum skal tryggja, at listin er so umboðandi, sum gjørligt, fyri føroyskan vevtrafikk.
Okkara vevmátingar byggja á ókeypis tøkni hjá Google, sum loyvir okkum at halda okkara prísir lágar.

Prísbólkar
Fyritøka - Heimasíður hjá fyritøkum, handlum, stovnum og politiskum flokkum.
Einstaklingur - Heimasíður hjá privatpersónum, bloggarum og politikkarum.
Felag - Heimasíður hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum og fakfeløgum.
Vælgerandi endamál - Heimasíður hjá vælgerandi endamálum og grunnum.



Allir prísir eru í DKK og uttan MVG.
Vevlistin tilskilar sær rætt at taka avgerðir um hvønn prísbólk heimasíður hoyra til.